Teir fýra føroysku leikararnir vandu í hølunum hjá Amager BTK:

Hond løgd á seinastu fyrireikingarnar

 Um vikuskiftið hevur føroyska borðtennislandsliðið havt venjingarlegu í Danmark. Hetta er ein liður í fyrireikingunum fram ímóti EM, sum verður í Alicante 18.-23. september.


Luttakararnir vóru Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja Hilduberg Djurhuus, sum fingu sera góða venjing og vegleiðing frá landsliðsvenjaranum, Simon Nykjær-Fisher.


Hýrurin var sera góður á leikarum og venjara eftir venjingina, sum fingu nógv burturúr. Hetta var síðsta samlingin føroyska A-landsliðið hevði áðrenn EM, og leikararnir síggja sjálvsagt sera nógv fram til at umboða Føroyar í Spania.





«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S