Nakrir av vinnarunum

Fyrra helvt av FM-ung avgreidd

Í hesum døgum er FM fyri ung í høllini í Trongisvági. Leikarar úr øllum landinum eru møttir upp til hetta ársins størsta tiltak, har ungu Føroyameistararnir skulu finnast.

Leikarar norðanifrá komu suður kl. 15, og fleiri høvdu ikki ryst rullitúrin av sær, áðrenn byrjað var at leika.

Byrjað varð kl. 16 við smápinku- og smápilta-deildunum.

Í smápilta-deildini vóru tað favorittarnir, Hanus Sørensen og Elias E. á Skipagøtu, báðir úr Tór, ið livdu upp til væntarnirar og rukku finaluni. Hesir leiktu eina tætta, og til tíðir sera vælleikta finalu. Endin var, at Elias stóð stynnari, og streyk avstað við einum 3-1 sigri, men dysturin kundi verið farin báðar vegir. Triðja plássið fekk Bárður Jensen úr Nyki, av Toftum.

Í smápinkudeildini vóru tað tær báðar Johanna Stórhamar úr TBF og Eyðgerð Mikkelsen úr Nyki, sum endaðu í finaluni. Endin var, at Johanna dró longsta stráði, og sigraði sær FM-heiti í smápinku-deildini. Á triðja plássinum endaði Silja Petersen úr Purkuni.

Sostatt vóru úrslitini í einmansleiki og tvímansleiki í smápinku-, og smápilta-deildini hesi:

Smápinkur:

Einmansleikur

Nr. 1 Jóhanna Stórhamar, TBF
Nr. 2 Eyðgerð Mikkelsen, Nykur
Nr. 3 Silja Petersen, Purkan

Tvímansleikur

Nr. 1 Silja Petersen og Eyðgerð Mikkelsen, Purkan/Nykur
Nr. 2 Lív Guttesen og Jóhanna Stórhamar, TBF

Smápiltar:

Einmansleikur

Nr. 1 Elias E. á Skipagøtu, Tór
Nr. 2 Hanus Sørensen, Tór
Nr. 3 Bárður Jensen, Nykur

Tvímansleikur

Nr. 1 Elias E. á Skipagøtu og Hanus Sørensen, Tór
Nr. 2 Bárður Jensen og Poli N. Hansen, Nykur
Nr. 3 Niels Johnsson og Andras Klein, Tór





«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S