Ungdómsleikarar í borðtennis til Danmarkar í vikuskiftinum

Føroyskir borðtennisleikarar til Danmarkar í vikuskiftinum.

Fríggjadagin fara føroyskir borðtennisleikarar til Danmarkar at taka lut í kapping í Roskilde.

Talan er um vælskipaða kapping, ið hevur nógv ár á baki, og har útlendskir leikarar eisini leitar sær til.

 

Eldru leikararnir knýttir at A-landsliðshópinum fara við, og harumframt fara einir 10-12 ungdómsleikarar í aldrinum 9-13 ár eisini við. Borðtennissamband Føroya hevur júst sett Pætur Albinus sum ungdómsmennara, og verður hetta fyrsta høvið hansara at síggja ungdómsleikarar sínar í dysti uttanlands, og fer hetta helst at geva íblástur til menningarætlanirnar framyvir.

 

Vit ynskja leikarunum og venjarum teirra góða eydnu.





«2018»Í dag«Feb»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28        
M T M H F L S