Henrietta Nielsen, Føroyar.

Føroyar og Grønland sigraðu

 Millumtjóðakappingin, har Grønland, Ísland og Føroyar hava dystast um sjey gullheiðursmerki seinastu tríggjar dagarnar í Hoyvíkshøllini, er lokin og stóru vinnararnir eru Føroyar, við Henriettu Nielsen á odda, og Grønland, við Ivik Nielsen á odda.

Føroyar og Grønland vunnu trý gullheiðursmerki hvør og Ísland vann eitt. 

Føroyar og Henrietta Nielsen vunnu liðkappingina hjá kvinnum, tvímansleikin hjá kvinnum og so vann Henrietta eisini einstaklingakappingina hjá kvinnum.

Ivik Nielsen syrgdi fyri at Grønland vann gull í liðkappingini hjá monnum, hann og Grønland vunnu gull í blandaðum tvímansleiki og so vann Ivik eisini einstaklingakappingina hjá monnum.

Íslendingar drógu gull inn í tvímansleikinum hjá monnum.






«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S