F.v.: Simon Nykjær-Fisher (venjari), Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja Hilduberg Djurhuus.

EM: Hesum skulu føroyingarnir møta

 Teir fýra føroysku landsliðsleikararnir, Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja Hilduberg Djurhuus, eru komin væl upp á pláss í spanska býnum, Alicante, har tey næstu dagarnar fara at luttaka í EM í borðtennis.


Í dag hava leikararnir roynt at vant seg við umstøðurnar, eitt nú við at venja hálvanannan tíma í høllini, har slagið skal standa. Vit frætta úr føroyska ferðalagnum, at tað er ógvuliga heitt í høllini, og at hetta kann fara at spæla ein leiklut.


Lutakast hevur nú verið um hvørjum leikarum tey føroysku koma at hitta. Talan er um framúr sterka mótstøðu eitt nú við leikarum úr topp 100 í heiminum. Kvinnurnar byrja í morgin kl.09.00, meðan menninir byrja kl.11.15.


Lutakastið sæst niðanfyri:


Menn – bólkur 4

Hallur Thorsteinsson (Føroyar)

Florian Lambiet (Belgia)

Yaroslav Zhmudenko (Ukreina)

Diogo Chen (Portugal)


Menn – bólkur 5

Fróði Fríðason Jensen (Føroyar)

Lubomir Jancarik (Kekkia)

Aleksandar Karakasevic (Serbia)

Tomas Mikutis (Litava)


Kvinnur – bólkur 1

Durita Fríðadóttir Jensen (Føroyar)

Giorgia Piccolin (Italia)

Oceane Guisnel (Frakland)

Ozge Yilmas (Turkaland)


Kvinnur – bólkur 3

Sólja Hilduberg Djurhuus (Føroyar)

Amelie Solja (Eysturríki)

Anna Kirichenko (Finnland)

Alina Nikitchanka (Hvítarussland)





«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S