Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson (í reyðum) í dysti ímóti tveimum litavum í dag.

EM er av: Hava lært eina rúgvu

 Fyri føroyingarnir er EM í borðtennis av á hesum sinni. Tað er greitt, nú seinastu dystirnir hjá teimum vórðu spældir í Alicante í dag. Fyri at luttøkan skuldi verða longd var neyðugt, at onkur føroyingur óvæntað spældi seg víðari, men hóast gott spæl og góðtikin avrik, so eydnaðist hetta ikki. Mótstøðan var heilt einfalt ov stinn.


Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson avrikaðu væl í tvímansleiki í dag, har teir vóru tætt við at vinna sett ímóti Medardas Stankevicius og Rimas Lesiv úr Litava. Tað leikti javnt á, men litavarnir drógu longra stráðið og vunnu dystin 3-0. Sum heild hava lærupengarnir verið dýrir, men óivað munagóðir.


- Tað var stuttligt at uppliva slíka mótstøðu, sum vit annars ikki sleppa at royna. Hóast vit lítlar møguleikar høvdu, so er tað fantastiskt at sleppa at vera við, har støðið er allarhægst, og vit kunnu taka nógv heim við okkum, sigur ein av føroysku landsliðsleikarunum, Hallur Thorsteinsson.


Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum sunnudagin. Fram til tá verða tey verandi í Alicante, har tey eitt nú fara at venja og at hyggja at restini av EM-kappingini í borðtennis.


Úrslit, kappingardagur 2:


Bólkur 4 – menn

Hallur Thorsteinsson - Diogo Chen (Portugal) 0-4 (6-11, 2-11, 4-11, 4-11)


Bólkur 5 – menn

Fróði Fríðason Jensen - Tomas Mikutis (Litava) 0-4 (6-11, 3-11, 5-11, 2-11)


Bólkur 1 – kvinnur

Durita Fríðadóttir Jensen – Ozge Yilmaz (Turkaland) 0-4 (2-11, 1-11, 6-11, 2-11)


Bólkur 3 – kvinnur

Sólja Hilduberg Djurhuus – Alina Nikitchanka (Hvítarussland) 0-4 (1-11, 2-11, 2-11, 1-11)


Tvímansleikur, menn

Fróði F. Jensen/Hallur Thorsteinsson - Medardas Stankevicius/Rimas Lesiv (Litava) 0-3 (8-11, 7-11, 11-13)


Tvímansleikur, kvinnur

Durita F. Jensen/Sólja H. Djurhuus - Ozge Yilmaz/Sibel Altinkaya (Turkaland) 0-3 (2-11, 4-11, 2-11)





«2018»Í dag«Okt»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S