Akkurát komnar í hálvfinaluna.

Durita og Henrietta eru í hálvfinaluni

 Durita F. Jensen og Henrietta Nielsen hava júst tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í tvímansleiki hjá kvinnum. Sostatt er bronsuheiðursmerkið tryggjað.

Í einum spennandi dysti vunnu tær 3-1 á grøndlendska parinum Melissu Larsen og Rosu Mariu Pedersen. Settini endaðu 11-7, 7-11, 12-10 og 12-10. 

Hálvfinalan verður í morgin kl. 0900. Mótstøðuparið er av Gotlandi.

Seinnapartin í dag skulu Eyðun Ellendersen og Sveinur M. Nolsøe í eldin í einstaklingakappingini kl. 1500.

Henrietta Nielsen sleppur á vøllin kl 1530 í single.





«2017»Í dag«Aug»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S