F.v.: Anna Mikkjalsdóttir, Simon Nykjær-Fisher (landsliðsvenjari), Henrietta Nielsen og Sólja Hilduberg Djurhuus.

Arctic Open: Kvinnurnar vardu gullið

 

Føroysku mans- og kvinnulandsliðini í borðtennis eru í hesum døgum í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, har tey luttaka í Arctic Open. Hetta er ein árliga afturvendandi kapping ímillum Føroyar, Ísland og Grønland.


Í gjárkvøldið og í morgun hava liðkappingar verið á skránni. Hjá kvinnunum vóru fýra landslið við – eitt føroyskt, eitt grønlendskt og tvey íslendsk. Tann kappingin varð tí avgreidd við bólkaspæli, og ta kappingina vunnu Føroyar. Føroyar vunnu eisini liðkappingina í fjør, so talan er um verju av gullinum.


Føroyar vunnu allar liðdystirnar. Tann tættasti var ímóti Grønlandi, har Føroyar vunnu 3-2 í dystum. Á føroyska liðnum eru Henrietta Nielsen, Anna Mikkjalsdóttir og tann einans 14 ára gamla Sólja Hilduberg Djurhuus.


Hetta er fyrstuferð, at Sólja Hilduberg Djurhuus er við á føroyska A-landsliðnum. Hon takkaði fyri álitið og vann 3-1 í sínum allarfyrsta dysti ímóti einari íslendskari. Hon tapti síðani fyri einari stinnari og royndari grønlendskari, men setti eina fína sloyfu á við at vinna seinasta dyst sín í liðkappingini – aftur tá ímóti einari íslendskari.


Menninir spældu seg víðari úr bólkaspælinum, men í hálvfinaluni máttu teir lúta fyri tí sterka grønlendska A-landsliðnum. 3-0 líkist á pappírinum kanska einum stórtapi, men talan var um ein javnan liðdyst, har serliga tveir dystir vóru javnir. Á føroyska liðnum eru Fróði F. Jensen, Hallur Thorteinsson og Kai Roest.


Nú verður farið undir blandaðan tvímansleik, og síðani verður eisini farið undir tvímansleik og at enda einmansleik. Kappingin endar seinnapartin í morgin.





«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S