336 skúlabørn royndu borðtennis

 Hesa vikuna hava nógv føroysk børn roynt borðtennis fyri fyrstu ferð. Møguleikan hava tey havt umvegis eitt átak hjá Borðtennissambandi Føroya, har Jan Berner, mennari, og Pætur Albinus, ungdómslandsliðsvenjari, hava verið á gátt í føroyskum skúlum og skipað fyri stuttligum og gevandi borðtennisspølum í ítróttartímunum.


Vitjað varð í skúlanum við Løgmannabreyt og í Trongisvágs skúla. Í alt 336 næmingar í aldursbólkinum 1. til 5. flokk sluppu at royna seg, og tey lótust stuttleika sær óført. Borðtennis er prógvað at vera gott fyri lítil børn, tí partar í spælinum stimbra týðandi eginleikar so sum at hugsavna seg og at hugsa ein leik fram.


Samstundis sum børnini stuttleikaðu sær og fingu ein smakk fyri borðtennis, so fingu lærararnir eisini íblástur til hvussu ein kann skipa fyri borðtennis í skúlatímunum. Umboðini hjá Borðtennissambandi Føroya kendu stóran áhuga ímillum lærararnar, og borðtennis varð sum heild sera væl móttikið í báðum skúlum.


Átakið við skúlavitjanum er partur av nýggju menningarætlanini hjá Borðtennissambandi Føroya, har eitt av endamálunum er at fáa fleiri børn at spæla borðtennis. Fyrstu úrslitini við átakinum sóust eisini alt fyri eitt, tí longu hesa fyrstu vikuna hava nøkur nýggj børn verið og roynt seg í venjingartímum hjá Tór í Havn og TBF á Tvøroyri.


Møguleiki er fyri, at átakið við skúlavitjanum verður endurtikið í næstum. Er áhugi fyri at fáa vitjan av venjarum úr føroyska borðtennislandslagnum at skipa fyri stuttligum og mennandi spølum í ítróttartímunum í skúlunum, so er ikki at aftra seg við at seta seg í samband við Borðtennissamband Føroya.





«2018»Í dag«Sep»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S