Lógir BTSF´s

 

Grein 1

Altjóða limaskapur

Navn sambandsins er Borðtennissamband Føroya (BTSF).

BTSF er samgonga av øllum feløgum innan ÍSF, ið íðka borðtennis. BTSF hevur við starvsnevndarformanni tess sæti í stjórn ÍSF´s.

BTSF er hægsti myndugleiki í øllum viðurskiftum innan borðtennisítróttina í Føroyum.

BTSF hevur limaskap í ITTF (International Table Tennis Federation) – ETTU (European Table Tennis Union) – og NBTU (Nordisk Bordtennis Union), og virkar innan tær til ein og hvørja tíð galdandi lógir og reglur hjá ITTF.

 

Grein 2

Endamál og uppgávur

Endamál sambandsins er at menna og skap áhuga fyri borðtennisítróttini, og vera stuðul hjá feløgunum í samarbeiði teirra millum.

BTSF hevur m.a. til uppgávu at skipa fyri FM-kappingum, og at seta kappingarstjórar.

BTSF skipar eisini fyri útbúgving, landsdystum o.ø., sum kann halda leikarum til ítróttinina.

Sambandi syrgir sjálvt fyri, at lógir og reglur altíð eru tíðarhóskandi.

BTSF umboðar føroysku borðtennisítróttina mótvegis NBTU, ETTU og ITTF.

 

Grein 3

Limaskap í BTSF

Umsókn um limaskap verður at senda til BTSF, ið ger av, um felagið kann gerast limur í BTSF.

Útmeldan av felag skal vera skrivlig, og boðast frá til BTSF 3 mánaðir innan.

 

Grein 4

Aðalfundur

Hægsta vald í BTSF er aðalfundurin, ið skal verða fráboðaður skrivliga til feløgini, og verða lýstur í bløðunum ein mánað frammanundan, við hesi dagsskrá:

1.                  Val av orðstýrara.

2.                  Nevndirnar greiða frá virki teirra í farna ári.

3.                  Grannskoðaður rokniskapur verður framlagdur.

4.                  Innkomin mál.

5.                  Val av nevndum og eykalimum

6.                  Ymiskt

 

Stk. 1
Tey, sum umboða felag á aðalfundinum, skulu hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánaða, og hava limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Fulltrúarváttan frá felag skal framleggjast á aðalfundi.

 

Stk. 2

Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hava feløgini og starvsnevndar-, kappingarnevndar- og dómsnevndarformenninir í BTSF (tó er onnur reglugerð galdandi fyri val av nevndum – sí grein 4, stk. 4).

Starvsnevnd ÍSF´s og grannskoðarin hava talurætt og rætt til at seta fram uppskot.

 

Stk. 3

Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar framdar, uttan at tær standa á fundarskránni. Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundinum skal meira enn helmingur av teimum møttu, ið hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stendur á jøvnum, er atkvøða starvsnevndarformansins avgerandi. Eykaaðalfundur kann verða hildin, um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av feløgunum ynskja tað. Hesin skal verða lýstur við dagsskrá, og annars við reglum um vanligan aðalfund.

 

Stk. 4

Til “Val av nevndum” verða Starvsnevndarformaður og tveir nevndarlimir í kappingar- og dómsnevndina valdir annaðhvørt ár, og kappingarnevndar- og dómsnevndarformaður og tveir nevndarlimir í starvsnevndina annaðhvørt ár. Allir nevndarlimir verða valdir fyri tvey ár. Eykalimir til allar nevndir verða valdir samstundis sum kappingarnevndarformaður o.s.f., og fyri tvey ár.

Loyvi at atkvøða um “Val av nevndum” hava umboð fyri feløg ( sí grein 4, stk. 1 og 2); men um so er, at einasta umboð fyri eitthvørt felag er ein av nevndarlimunum, er honum loyvt at atkvøða sum umboð fyri felag. Men um annað umboð fyri felag er til staðar, er ikki nevnt nevndarlimi at atkvøða sum umboð fyri felag.

 

Stk. 5

Starvs- og kappingarnevndirnar hava heimild at seta undirnevndir, um neyðugt við limum uttanfyri BTSF.

 

Grein 5

Fíggjarlig ábyrgd

Starvsnevndin hevur fíggjarligu ábyrgdina av landskassastuðli sambandsins, og annars øllum øðrum fíggjarligum viðurskiftum, og ger tískil av, hvussu hesin peningur best verður nýttur føroysku borðtennisítróttini at frama.

 

Grein 6

Atkvøður

Uppskot um atkvøðu av BTSF kann bert verða lagt fram á aðalfundi, og skal tá, um hetta skal vinna sømdir, samtykkjast við í minsta lagi ¾ av teimum, ið møtt eru, og skuldi í minsta lagi ¾ av limunum verða til staðar. Hendan avgerð skal verða viðtikin á aðalfundi tvey ár á rað, áðrenn endalig avtøka er galdandi.

Møguligar ognir falla borðtennisítróttini í landinum til ognar ella á anna hátt verða nýttar ítróttini at gagni.

 

 






«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S