Útlendskar kappingar

Borðtennissamband Føroya hevur nøkur sera virkin landslið – tað veri seg A-landslið hjá monnum, A-landslið hjá kvinnum og ungdómslandslið.

Á øðrumhvørjum ári luttaka A-landsliðini á oyggjaleikunum, og á hvørjum ári luttaka A-landsliðini eisini í Arctic Open, sum er millumtjóða kapping ímillum Føroyar, Ísland og Grønland. Harumframt luttaka A-landsliðini eisini regluliga Í HM, EM og øðrum altjóða kappingum.

Ungdómslandsliðið luttekur árliga í kappingum í Danmark umframt øðrum útvaldum útlendskum kappingum, eitt nú í Riga Youth Cup í Lettlandi. Ungdómslandsliðið savnast fleiri ferðir ígjøgnum árið á venjingarlegum, og hevur eisini á hvørjum ári felags venjingarlegu saman við íslendska ungdómslandsliðnum - aðruhvørja ferð í Tórshavn og í Reykjavík.